Reglur fyri stovnan av Vinnuhaldi hjá Mylnan.fo

Tað ber til at tekna vinnuhald hjá Mylnuni.

Vil ein kundi at stovna eina kontu hjá Mylnuni, má kundin skriva ein teldupost til faktura@sms.fo ella ringja til skrivstovuna á telefonnummar 34 19 00.

Er kundin longu kundi hjá P/f SMS, verður kundin skrásettur við sama kundanummarið í Mylnan.fo.

Nýggir kundar mugu fylla út umsókn til skrivstovuna hjá SMS. Tá ið umsóknin er góðkend, verður kundin skrásettur í Mylnan.fo.

Skal ein nýggur kundi góðkennast, so krevur hetta, at kundin góðtekur at stovna eina gjaldsavtalu við P/f SMS. Pappír til skjalfesting av gjaldsavtaluni verða send saman við umsóknini.