Stuðul

Hjá P/F SMS halda vit, at tað er umráðandi at stuðla nærumhvørvinum, og tí stuðla vit ítróttarfeløgum, mentanar-, tónleika- og øðrum tiltøkum, har vit hava vinnuligt virksemi. Harafturat koma vælgerandi endamál, ið vit aloftast eisini vilja stuðla.

Øll eru vælkomin at søkja um stuðul frá okkum, men vit tilskila okkum rættin at velja frítt millum innkomnu stuðulsumsóknirnar, og sum meginregla stuðla vit ikki rakstri ella námsferðum og innsavningum hjá skúlaflokkum.

Send okkum eina skrivliga umsókn á studul@sms.fo, og greið okkum frá:

• Hvat søkt verður um – um figgjarligan stuðul, so hvørja upphædd
• Hvør tað er, ið søkir
• Lýsing av, hvat stuðulin skal brúkast til
• Hvørjar ágóðar okkara fyritøka fær av virkseminum/tiltakinum

Umsóknir verða viðgjørdar fyrsta mikudag í hvørjum mánaða.

Vit viðgera umsóknir um stuðul fyri hesar handlar og matstovur: SMS*, Miklagarður, Bónus, Mylnan, Hornið, Sunset Boulevard, Burger King, Mungo, Angus Steakhouse, Sheep og Sushidaily.

*Handlarnir í SMS eru ikki umfataðir her