Kunning

Á heimasíðuni hjá Mylnuni keypir tú nýbakað breyð, bollar, køkur og úrvaldar matvørur. Tú bíleggur og rindar ómakaleyst í okkara nethandli, og vit koyra tær baksturin út.

Vit koyra bíleggingar út tvær ferðir um dagin. Á morgni og á middegi. 
Vilt tú hava nýbakað morgunbreyð til dyrnar millum klokkan 7.00 og 9.00, so skalt tú bíleggja í seinasta lagi áðrenn midnátt dagin fyri. Sama er galdandi, um tú vilt hava bakstur til døgurðatíman koyrdan út millum klokkan 11.00 og 12.00.

Kransakøkur skulu bíleggjast tríggjar dagar frammanundan.

Tað ber til at gera eina fasta bílegging, so tú fært somu vøru hvørja viku.

 

Samband

Er tað eitthvørt, tú ikki finnur her á síðuni, so kanst tú senda okkum ein teldupost:

info@mylnan.fo

Eirikur Magnussen, bakarameistari
eim@mylnan.fo

Súnhild Holm, samskipari
sunhild@mylnan.fo