
Søgan um okkum
Mylnan byrjaði sum eitt lítið yrki í Tjarnarlág í Havn í 1979. Tað var Per Poulsen, sum setti Mylnuna á stovn heima í kjallara sínum.
Í dag eitur bakarameistarin Eirikur Magnussen og eigarin er SMS. Eirikur var sjálvur ein natúrligur partur av virkseminum í Tjarnarlág, tí bakararnir kendust væl frá felags arbeiðsplássinum í bakarínum hjá Frants Restorff í miðbýnum. Seinni flutti Per Poulsen Mylnuna niðan í Berjabrekku og víðkaði um sítt úrval, meðan Eirikur gjørdist bakarameistari í SMS.
Um aldarskiftið yvirtók SMS Mylnuna, tí eftirspurningurin eftir bakstri frá bakaranum í SMS var alsamt vaksandi. Navnið Mylnan varð tó varðveitt. Og tá ið plássið seinni fór at tróta uppi í Berjabrekku, varð eitt nýmótans bakaravirki riggað til í Miðlon við munandi størri framleiðsluføri og framúr hentleikum. Tað er úr hesum fína virki, at breyð og bakstur annars verður borið út í handlar og heim hvønn dag.
Tá Eirikur tók við sum bakarameistari vóru sjey bakarí í Havn. Bakarin í SMS var tó einasta virki, sum upplivdi støðuga framgongd, og í dag eru Mylnuhandlarnir hjá SMS fýra í tali – umframt framleiðsluvirkið í Miðlon.
Men hvør er so uppskriftin uppá hesa støðugu framgongd og vaksandi eftirspurning? Uppskriftin er at seta smakk og skorpu í hásæti og at syrgja fyri at hava reint mjøl í posanum. Tí hóast Mylnan í dag er eitt nútímans bakarí, sum bakar nøkur túsund breyð um dagin, heldur enn 200, og har hvør mjølsekkur vigar eitt tons, er grundarsteinurin framvegis hitt góða gamla handverkið. Framleitt úr mjølið, sum ikki er viðgjørt við strástyttarum!