Søgan um okkum

Mylnan byrjaði sum eitt lítið yrki í Tjarnarlág í Havn. Tað var Per Poulsen, sum setti Mylnuna á stovn heima í kjallara sínum í 1988.

Í dag eitur bakarameistarin Eirikur Magnussen og eigarin er SMS. Eirikur var sjálvur ein natúrligur partur av virkseminum í Føgrulíð, tí bakararnir kendust væl frá felags arbeiðsplássinum í bakarínum hjá Frants Restorff í miðbýnum. Seinni flutti Per Poulsen Mylnuna niðan í Berjabrekku og víðkaði um sítt úrval, meðan Eirikur gjørdist bakarameistari í SMS.

Um aldarskiftið yvirtók SMS Mylnuna, tí eftirspurningurin eftir bakstri frá bakaranum í SMS var alsamt vaksandi. Navnið Mylnan varð tó varðveitt. Og tá ið plássið seinni fór at tróta uppi í Berjabrekku, varð eitt nýmótans bakaravirki riggað til í Miðlon við munandi størri framleiðsluføri og framúr hentleikum. Tað er úr hesum fína virki, at umleið 1000 breyð verða borin út í handlar og heim hvønn dag.

Tá Eirikur tók við sum bakarameistari vóru sjey bakarí í Havn. Bakarin í SMS var tó einasta virki, sum upplivdi støðuga framgongd. Og í dag eru Mylnuhandlarnir hjá SMS fýra í tali – umframt framleiðsluvirkið í Miðlon.

Men hvør er so uppskriftin uppá hesa støðugu framgongd og vaksandi eftirspurning? Uppskriftin er at seta smakk og skorpu í hásæti. Og at syrgja fyri at hava reint mjøl í posanum. Tí hóast Mylnan í dag er eitt nútímans bakarí, sum bakar 1000 breyð um dagin, heldur enn 200, og har hvør mjølsekkur vigar eitt tons, er grundarsteinurin framvegis hitt góða, gamla handverkið.

Og tað vil eisini siga ein góður og virkin steinovnur. Júst sum fyrr í tíðini nýtir Mylnan steinovn til stóran part av bakstrinum. Tað er meiri arbeiði, men eisini betri dygd. Og skorpa. Breyðini verða bakað beinleiðis á steininum, og tað er millum annað hetta, sum ger kaldbaksbreyðini, tríkornsbreyðini, speltbreyðini, miðlonbreyðini og langbreyðini til nakað serligt.

Harafturat eru øll breyðini langtíðargingin. Tey ganga tólv, fjúrtan og sekstan tímar. Tí hetta er betri fyri smakkin.

Tað er tó eisini umráðandi at hava reint mjøl í posanum. Mylnan er einasta bakaríið í Føroyum, ið bara nýtir mjøl, ið ikki er viðgjørt við strástyttarum. Hesum leisti hevur bakaravirkið gjørt sær ómak fyri at fylgja í útvið tíggju ár.

Fyri at tryggja bæði skorpu, dygd og heilsu.

Kunning

Á heimasíðuni hjá Mylnuni keypir tú nýbakað breyð, bollar, køkur og aðrar matvørur. Tú bíleggur og rindar ómakaleyst í okkara nethandli, og vit koyra tær baksturin út.

Vit koyra bíleggingar út tríggjar ferðir um dagin. Á morgni, á middegi og til nátturðan. Í vikuskiftum koyra vit út á middegi, eina ferð um dagin.
Vilt tú hava nýbakað morgunbreyð til dyrnar millum klokkan 7.00-8.00, so skalt tú bíleggja í seinasta lagi á midnátt dagin fyri. Sama er galdandi, um tú ynskir at fáa bakstur til døgurðatíman koyrdan út millum klokkan 11.00-12.00 ella til nátturðan millum klokkan 16.00-17.00.

Brúðarkøkur og kransakøkur skulu bíleggjast tríggjar dagar frammanundan.

Tað ber til at gera eina fasta bílegging, so tú fært somu vøru hvørja viku.

Viðskiftatreytir galdandi fyri bíleggingar á mylnan.fo

Mylnan.fo er ein nethandil og er ogn hjá SMS P/F. Mylnan.fo bjóðar fram køkur- og kondittaravørur umframt úrvaldar handilsvørur.

Vørurnar verða seldar til tann prís, sum er tilskilaður á einstøku vøruni.

Í ávísum førum verða fyrisitingargjald og avgreiðslugjald kravd. Um gjøld verða kravd, verður viðskiftafólkið í hvørjum einstaka føri kunnað um hetta, áðrenn bíleggingin verður avgreidd. Hetta verður gjørt fyri at tryggja viðskiftafólkinum møguleikan at taka støðu til kravdu upphæddina.

Bíleggingar verða goldnar við gjaldskorti á mylnan.fo. Er talan um eina afturvendandi bílegging, verður gjaldið innheintað hvørja ferð ein nýggj veiting verður veitt sambært bíleggingaravtaluni.

Á mylnan.fo kunnu viðskiftafólk broyta skrásettar kortupplýsingar. Hetta verður gjørt hjá DIBS umvegis mylnan.fo. Mylnan goymir ikki kortupplýsingar hjá viðskiftafólkum sínum. Dáturnar verða einans goymdar hjá Nets og DIBS.

Bíleggingarkvittan verður send til teldupostadressuna, sum viðskiftafólkið hevur skrásett seg við á mylnan.fo.

Bíleggingarváttan verður send, tá ið bíleggingin er gjørd. Eftir hetta verður váttan send við hvørjari vøruútflýggjan ella gjaldi.

Fyritøkur kunnu gera avtalu um at keypa uppá borg frá www.mylnan.fo, og tá skal upphæddin gjaldast sambært sendari rokning. Fyritøkur sum ynskja at nýta hendan møguleikan, kunnu venda sær til umsiting@sms.fo.

Vit vilja tryggja, at vørur verða móttiknar í góðum standi. Eru vørur skaddar, fært tú nýggja vøru ella pengarnar aftur.

Tað ber til at steðga afturvendandi bíleggingum í styttri tíðarskeiðum. Tú skalt tá sjálvur melda tænastusteðg í seinasta lagi 14 dagar frammanundan.

Samband

Mylnan.fo

info@mylnan.fo

Eirikur Magnussen, bakarameistari
eim@mylnan.fo

Súnhild Holm, samskipari

sunhild@mylnan.fo