Viðskiftatreytir galdandi fyri bíleggingar á mylnan.fo

Mylnan.fo er ein nethandil og er ogn hjá SMS P/F. Mylnan.fo bjóðar fram køkur- og kondittaravørur umframt úrvaldar handilsvørur.

Vørurnar verða seldar til tann prís, sum er tilskilaður á einstøku vøruni.

Í ávísum førum verða fyrisitingargjald og avgreiðslugjald kravd. Um gjøld verða kravd, verður viðskiftafólkið í hvørjum einstaka føri kunnað um hetta, áðrenn bíleggingin verður avgreidd. Hetta verður gjørt fyri at tryggja viðskiftafólkinum møguleikan at taka støðu til kravdu upphæddina.

Bíleggingar verða goldnar við gjaldskorti á mylnan.fo. Er talan um eina afturvendandi bílegging, verður gjaldið innheintað hvørja ferð ein nýggj veiting verður veitt sambært bíleggingaravtaluni.

Á mylnan.fo kunnu viðskiftafólk broyta skrásettar kortupplýsingar. Hetta verður gjørt hjá DIBS umvegis mylnan.fo. Mylnan goymir ikki kortupplýsingar hjá viðskiftafólkum sínum. Dáturnar verða einans goymdar hjá Nets og DIBS.

Bíleggingarkvittan verður send til teldupostadressuna, sum viðskiftafólkið hevur skrásett seg við á mylnan.fo.

Bíleggingarváttan verður send, tá ið bíleggingin er gjørd. Eftir hetta verður váttan send við hvørjari vøruútflýggjan ella gjaldi.

Fyritøkur kunnu gera avtalu um at keypa uppá borg frá www.mylnan.fo, og tá skal upphæddin gjaldast sambært sendari rokning. Fyritøkur sum ynskja at nýta hendan møguleikan, kunnu venda sær til umsiting@sms.fo.

Vit vilja tryggja, at vørur verða móttiknar í góðum standi. Eru vørur skaddar, fært tú nýggja vøru ella pengarnar aftur.

Tað ber til at steðga afturvendandi bíleggingum í styttri tíðarskeiðum. Tú skalt tá sjálvur melda tænastusteðg í seinasta lagi 14 dagar frammanundan.

 

Kundarøkt

Tlf. 341999
ordri@mylnan.fo

SMS P/F
Á Trapputrøðni
100 Tórshavn
Føroyar
V-tal: 322407